ODDAGREIN: 100 ára stríð er nóg mikið

Stríðið um stjórnarskipan Føroyar hevur fylgt alt ov nógv í føroyskum politikki gjøgnum árini - og tað hevur so mangan verið orsøk til, at tað ikki ber til at finna skilagóðar politiskar loysnir.

Tá eitt land stríðist í meira enn hundrað ár um, hvørja skipan vit skulu hava við Danmark, og tá allir flokkar á tingi uttan Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin eru sprotnir beinleiðis úr stríðinum um sambandið við Danmark, so sigur tað okkum, at her má okkurt fáast upp á pláss.

Arbeiðið í stjórnarskipanarnevndini tykist bera á tað borðið, at ein tjóðarsemja fyri einaferðskuld er at hóma. Hetta er áhugavert í sær sjálvum. Men nú tykist vargur at vera komin í - og sum ikki einaferð, so eru tað føroyingar sjálvir sum klutra málið - og í hesum førum draga tað upp í danskan politikk.

Tað er ein sjálvfylgja, at tað eru føroyingar sjálvir, sum skulu siga, hvat vit vilja. Tað eru vit, sum skulu gera av, hvussu framtíðar viðurskifti okkara skulu vera við Danmark. Hetta hava fleiri forsætisráðharrar sagt - og hetta segði Lars Løkke Rasmussen eisini í samráðnum í gjár. Hetta undirstrikar, at danir - alment í øllum førum - ikki fara at leggja seg út í, hvørja stjórnarstøðu føroyingar fara at velja sær. Tað er eisini soleiðis, at tað skal vera. Spell at so lítið forstáilsi er fyri føroyskum politikki í Danmark, har hann verður viðgjørdur av donskum politikarum og donskum fjølmiðlafólkum, sum lítið og einki innlit hava í føroyskan politikk og føroysk viðurskifti sum heild.

Tað er valla tann sama breiða semjan um framtíðar sambandið við Danmark. Men tað sum hevur týdning við hesum arbeiði, sum nú fer fram, er at vit leggja stjórnarskipanartilgongdina til rættis, so vit eru samd um, hvussu broytingar verða gjørdar. Tí broytingar verða gjørdar, broytingar, sum gera Føroyar alsamt meira sjálvstøðugar.

Hjá teimum flestu er loysing frá Danmark einki endamál í sær sjálvum. Loysingin er hugsjónin hjá einum flokki. Sambandið er hugsjónin hjá einum øðrum flokki. Men tann størsti parturin av Føroya fólki tekur undir við eini skipan, sum alsamt flytur meira vald til Føroya. Ein fólktaatkvøða um loysing hevði helst fallið við einum braki. Loysingin er bara ein av fleiri avleiðingum av framtíðar stjórnarskipanini, sum kann koma. Tað, sum hevur týdning er, at vit fáa eina stjórnarskipan, sum allir føroyingar kunnu kenna sum sína, so vit ikki eisini brúka næstu hundrað árini til destruktivt kjak um loysing og samband.