Oddagfein Heilsu- og umhvørvispolitikkur upp á hvamsvís!

Hóast landsstýrissamgongan setti sær fyri at lætta skatta- og
avgjaldstrýstið, er ætlanin at leggja fleiri avgjøld fyri at fáa javnvág
á fíggjarlógina. "Bommavgjaldið" og "plastikkposaavgjaldið" eru tey
nýggju avgjøldini, landsstýrið ætlar at seta í verk. Hesi avgjøld eru
kortini latin í annan ham, fyri at tað ikki skal síggjast út sum um tey
bara verða sett í verk fyri at útvega tí, sambært Karsteni Hansen,
tjokkfulla landskassanum.

Avgjaldið á søtmeti og sodavatn kallast "heilsugjald". Orsøkin er, at
fólk skulu fara at hugsa meira um heilsuna og eta minni av tí søta og
leskiliga, sum er á hillum við hvørt kassaapparat í landinum. Avgjaldið
á ruskposar hevur fingið heitið umhvørvisgjald, tí tað skal fáa fólk til
at keypa færri plastposar, tí hesir enda, sum vit ofta síggja, úti á
vegum ella í náttúruni.

Tey flestu kunnu taka undir við, at vit skulu hava ein konstruktivan og
fyribyrgjandi heilsupolitikk. Somuleiðis eru tey flestu samd um, at vit
kunnu seta í verk umhvørvisgjøld, um veruliga ætlanin er at fáa fólk og
virki at dálka náttúruna - umhvørvið - minni.

Men hetta er bara ikki ætlanin við hesum nýggju gjøldunum. Tí hevði
landsstýrið verið nógv erligari, um tað kallaði ein "spaka fyri ein
spaka", og fann upp á neyðloysnir fyri betri at kunna selja hesi nýggju
avgjøld. At talan ikki er um heilugjøld og umhvørvisgjøld hava fólk og
serfrøðingar á hesum økjum víst aftur so dyggiliga og manað í jørðina.
Somuleiðis hava fremstu búskaparfrøðingar landsins mælt frá hesum
neyðareggum hjá landsstýrinum.

Í einum heldur jánkasligum innslagi í Degi og Viku fríggjakvøldið segði
Eyðun Eltør, at hann hevði hugsað um at seta í verk umhvørvisgjøld sum
liður í einum umhvørvispolitikki. Men hví kom hann ikki við uppskotum í
vár, tá uppskotini vórðu oyst niðan í Tingið? Hann kom so bara við einum uppskoti í síðstu tingsetu. Og tá avtornaði var uppskotið á náttúruøkinum tikið aftur.

Nei, nýggju uppskotini eru ikki liður í einum konstruktivum politikki.
Tey eru uppfunnin upp á hvamsvís fyri at fáa nóg nógvar inntøkur, so
javnvág fæst á fíggjarlógina. Og er hetta ikki júst í tráð við góðan Fólkaflokspolitikk, sum til hvørt val lovar skatta- og avgjaldslætta, hóast gongdin altíð er hin øvugta. Minnist til rokningina frá Tjóðveldis-, Fólka-, Sjálvstýris- og Miðflokkinum í vár: hægri mjólkarprísir, hægri sjónvarpsgjald og hægri ferðaseðlaprísir við Strandferðsluni! Og nú skal so eitt søguligt bommgjald og plastikkposagjald bjarga fíggjarlógini á hesum sinni. Tillukku Karsten, Óli, Eyðun og Jenis! Sannir garpar! Forrestin, hvussu nógv fer eitt Time Out nú at kosta Karsten?