Odd Færø stillar upp til býráðsvalið í Havn fyri Javnaðarflokkkin. Odd er ættaður úr Klaksvík, har hann vaks upp og búði nøkur ár, men býr nú á Viljormsgøtu í Hoyvík saman við konuni Hallgerð.
Odd Færø starvast dagliga sum "financial controller" ella greinari hjá El-felagnum SEV við Landavegin. Hann er útbúgvin siviløkonomur frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og hevur eisini tryggingarútbúgving.
Tað er Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum boðar frá hesum nú seinnapartin í dag.