- Tað er nú greitt, at verði valsevni hjá Javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum seinni í ár.
Tað staðfestir Oda Kjartansdóttir Strøm.
Hon er forkvinna í ungdómsfelagnum hjá Javnaðarflokkinum og fyrr í ár varð kunngjørt, at hon var valevni hjá ungdómsfelagnum á løgtingsvalinum.
Men á Landsfundinum hjá javnaðarflokkinum síðsta vikuskiftið, vísti hon á, at hon varð noydd at taka seg aftur, tí hon fekk ikki stundir at føra valstríð, tí on lesur á Setrinum, og fyri at hava ráð til at liva, verður hon noydd at arbeiða afturat lestrinum. Og harumframt stendst eisini eitt ávíst arbeiði av at vera forkvinna í SU.
Men hon leggur afturat, at formliga varð hon ikki tikin av listanum og nú hevur hin vent spurninginum av nýggjum.
Og niðurstøðan er, at hon er valevni á løgtingsvalinum.
Oda Kjartansdóttir Strøm sigur, at hon, og nevndin í SU eru samd um at gera han leysa av teimum dagligu uppgávunum í felagnum fyri at geva henni betri stundir at føra valstríð.
- Harumframt skal eg til próvtøku í næstum, men síðani er ikki so nógv at gera í sambandi við lesturin fyrrenn aftur í heyst og alt tilsamans ger, at vit eru komin til ta niðurstøðu, at eg skal vera valevni, sigur Oda Kjartansdóttir Strøm.










