Sunnudagin kemur ferðamannaskipið Ocean Endeavour á Vág. Ocean Endeavour er 137 m. langt og hevur pláss fyri 300-450 ferðafólkum. Manningin telur 124 fólk.
Talan er um eitt rættiliga stórt skip, tí Ocean Endeavour er størri enn Smyril, og fegnast okur um, at alsamt fleiri ferðamannaskip koma á Vág, nú 2. ferðamannaskipið í ár leggur leiðina á Vág, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, og leggur afturat, at næsta skipið, sum vitjar á Vági í summar, kemur 30. juni.
Hetta veit Suðurrás at siga.
Meðan Ocean Endeavour liggur á Vági, verður skipað fyri útferðum bæði í Vági og í náttúruni kring Vág. Harumframt verður eisini skipað fyri einum føroyakvøldið umborð á Ocean Endeavour sunnukvøldið.
Ocean Endeavour fer ætlandi av Vági aftur seint sunnukvøldið.
Ocean Endeavour er bygt í 1982 í Finnlandi og upprunaliga bygt sum eitt ferðafólkaskip at sigla í Baltiska økinum. Í 1988 varð skipið umbygt til eitt ekspeditións-skip, og fór síðani í árunum 1996-2000 at sigla sum ferðamannaskip í Miðarahavinum.
Seinastu árini hevur skipið verið heimahoyrandi í Keypmannahavn hjá reiðarínum Albatros Travel, sum hevur lagt seg eftir at gera polar-ekspeditiónir og cruise-ferðir. Albatros Travel eigur fleiri onnur skip, sum verða brúkt til somu endamál.










