Amerikanski forsetin Barack Obama hevur enn einaferð tikin heimin á bóli, í hvussu so er amerikanska fólkið við at velja eina liberala latinoamerikanska kvinnu í Hægstarætt. Valið verður sera væl móttikið av stórum pørtum av amerikanskari pressu og sum heild av teimum mongu, sum hava stuðlað Obama og demokratiska flokkinum. Ja øllum teimum, sum standa fyri einum meira opnum og minni fundamentalistiskum samfelag. Valið av Sonja Sotomayor sum nýggjan dómara í Hægstarætti verður mett sum enn eitt tekin um politikkin hjá tí liberala og frísinnaða Obama, sum við hesum vali ynskir at vísa tí vanliga amerikanaranum, at tað skal vera pláss fyri bæði kvinnum og fyri dómarum við liberalum og humanum menniskjasýni í hesum mest týðandi stovni í USA.
Høgravongurin í amerikonskum politikki hevur longu mótmælt avgerðini hjá Obama við tí grundgeving, at kvinnuligi dómarin er alt ov liberal. Tað at uttasta høgra í USA ikki dámar hetta so týðandi valið hjá Obama boðar eftir okkara tykki bara frá góðum. Tí tað staðfestir, at Obama hevur tikið eina rætta avgerð. Vit hava tíverri sæð eina óhepna og syrgiliga gongd í vali av dómarum til Hægstarætt undir teimum báðum Bushdynastiunum, har alt varð gjørt fyri at velja høgravendar dómarar í Hægstarætt. Hesir dómarar verða valdir fyri lívið, og tí er tað ein ósigur fyri øll tey, sum vilja frælsi, humanismu, demokrati og javnrættindi, tá høgravendir forsetar sleppa at velja nýggjar limir í Hægstarætt. Tað fáa vit so einki gjørt við, og tí er tað sera avgerandi fyri fólkaræði í USA, at forseti sum Obama sleppur at velja nýggj fólk í Hægstarætt.
Tilsamans eru níggju dómarar í Hægstarætti og av teimum er bert ein kvinna. Nú verða so tvær kvinnur. Valið skal góðkennast av Senatinum, og mong dømi eru um, at Senatið hevur kolldømt uppskot frá forsetanum. Neyvan fer tað at eydnast at koppa valinum av Sonja Sotomayor, sum er uppvaksin millum tey fátøku í New York. Pápin doyði, tá hon bert var 9 ára gomul og er hon enn ein ímynd av amerikanska dreyminum, at tað ber til at koma sær langt fram, hóast tú hevur havt ein torføran uppvøkstur og ikki er av ríkum foreldrum. Sonja Sotomayor, sum er skild, hevur klárað seg sera væl í útbúgvingarskipanini og sum dómari. Hon verður mett sera klók og skilagóð. Hon hevur í samrøðu sagt seg hava til uppgávu at umboða tey, sum ongan góðan hava ella sum hava verið fyri órættvísi. Rættvísi skal galda fyri øll bæði, tá talan er um lógar- og búskaparligt rættvísi. Hon verður mett sum ein dómari við eini pragmatiskar útlegging og meting av lógini. Tey høgravendu finnast at henni fyri at vera ov bleyt, tá tað snýr seg um revsing og ov harða, tá tað snýr seg um løgregluna.
Vit kunnu bara fegnast um, at USA hevur fingið ein forseta, hvørs fingramerki síggjast aftur í øllum samfelagnum, og ikki minst tá talan er um at minka um valdið hjá teimum konservativu og høgravendu við at velja meira liberalar dómarar í Hægstarætt. Gott í teg Obama.