Obama vann stórsigur í North Carolina

Barrack Obama vann stórsigur á Hillary Clinton í statinum North Carolina. Í Indiana vann Hillary Clinton tepurt Tá 99 prosent av atkvøðunum í North Carolina vóru taldar, hevði Barrack Obama fingið 56 prosent, og Hillary Clinton hevði fingið 42.

Tað ber í sær, at Obama fær allar teir 115 valmenninar í North Carolina, sigur CNN.

Hinvegin benda tølini á, at Hillary Clinton hevur vunnið í Indiana, men at sigurin er sera tepur. Tá 92 prosent av atkvøðunum vóru taldar, var hon tvey prosentstig framman fyri Obama.