Obama svorið forsetaeiðin umaftur

Tá Barrack Obama bleiv tikin í eið mánadagin, fór hægstarættarformaðurin skeivur, og tí bleiv Obama tikin í eið av nýggjum í nátt Allur heimurin sá, at Barrack Obama steðgaði á, tá hann skuldi svørja forsetaeiðin mánadagin. Tað var ikki hann, sum hevði gloymt orðingina, men heldur formaðurin í hægstarætti, John Roberts, sum hevði flutt orðið ?faithfully?, og sum tí ørkymlaði Obama.

Men í nátt bleiv alt fingið í rættlag. Tá var John Roberts í Hvítu Húsunum, og har bleiv Obama tikin í eið av nýggjum - og hesaferð við tí rætta orðalagnum.

Hvítu Húsini siga, at Barrack Obama bleiv tikin í eið eina ferð aftrurat, fyri at eingin ivi skal vera.