Obama og Romney stavn um stavn

Fyrradagin varð Mitt Romney formliga útnevndur forsetavaleni hjá republikanarunum í USA, og nú vísir ein spildurnýggj meiningakanning, at tað er púra javnt ímillum hann og verandi forsetan, Barack Obama.

Í kanningini, sum Ipsos-stovnurin hevur gjørt, siga 43 prosent, at tey ætla sær at atkvøða fyri Obama, og onnur 43 prosent siga, at tey ætla at velja Romney.

Ipsos hevur gjørt eina kanning um dagin, síðani landsfundurin hjá republikanarunum byrjaði. Týsdagin var Obama tvey prosentstig frammanfyri, men í teirri nýggjastu kanningini, sum varð gjørd í gjár, lógu teir stavn um stavn.