Tað er bert ein vika síðan at Barack Obama bleiv tikin í eið sum 44. Forsetin í Amerika. Og øll ? ella í øllum førum 83 prosent av øllum amerikanarum elskaðu hann. Men nú hevur gerandisdagurin í tí Hvíta Húsinum gjørt seg merktan.
Tann fíggjarliga kreppan er verri enn nakrantíð, arbeiðsloysið veksur, og húsaprísirnir minka. Og soleiðis er eisini við undirtøkuni hjá Obama.
Ein nýggj kanning staðfestir, at Obama nú hevur stuðul frá 68 prosent av fólkinum. Hóast hetta er eitt stór minking frá seinastu veljarakanning, so er Obama hóast alt langt frá at verða eins illa umtóktir og hansara undangongumaður Georg Bush var, tá hann fór frá sum forseti.