Í dag fer Barack Obama, forseti, at leggja fram eina ætlan um, hvussu fleiri amerikanarar skulu sleppa til arbeiðis, og hvussu ferð skal fáast á amerikanska búskapin.
-Vit noyðast at fremja tiltøk, sum útvega arbeiðspláss og fáa vøkstur í búskapin sum skjótast, og tí fer forsetin at kunngera uppskot, sum hava júst tað endamálið, sigur talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Jay Carney, við fjølmiðlarnar.
Samstundis vísa meiningakanningar, at bara 37 prosent av amerikanarunum er nøgdir við búskaparpolitikkin hjá forsetanum, og at næstan 75 prosent halda, at tað gongur tann skeiva vegin í USA. Nógvir eygleiðarar halda, at Obama noyðist at fáa arbeiðsloysið væl niður um níggju prosent, um hann skal vinna forsetavalið næsta ár.










