-Í dag endar kríggið í Irak. Átakið ?Iraqi Freedom? er av, og nú hava irakar sjálvir ábyrgdina av trygdini í landinum.
Tað segði Barack Obama, forseti, í einari røðu, sum bleiv útvarpað og sjónvarpað úr tí ovala rúminum í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið.
Tað eru næstan sjey ár, síðani kríggið í Irak byrjaði. 4.400 amerikanskir hermenn eru deyðir í krígnum, sum hevur kostað USA meiri enn 1.000 milliardir dollarar.
-Okkara luttøka í Irak hevur verið okkum ógvuliga dýr, segði Barack Obama í røðuni.
USA hevur framvegis 50.000 hermenn í Irak, men teirra uppgáva er at læra irakska herin at loysa ymsar uppgávur.