Obama heiðrar Oprah og McCartney

Amerikanski forsetin heiðraði um vikuskiftið talkshow-vertinum Oprah Winfrey og tónleikaranum Paul McCartney, fyri teirra avrik og íkast til amerikanska mentanarlívið. Hetta gjørdi Barack Obama í Hvítu húsinum, har Kennedy Center Honours vórðu latnar. Kennedy Center Honours virðislønirnar eru høgt í metum millum fólk innan tónleika- sjónleika- og sjónvarpsvinnuna, og verða tær latnar fyri at minnast fyrrverandi forsetan John F. Kennedy.

 

Umframt Paul McCartney og Oprah Winfrey, fingu countrysangarin Merle Haggard, Broadwaysangskrivarin Jerry Herman og koreografurin Bill T. Jones eisini somu virðisløn.