Í einari røðu fyri ísraelskum studentum í dag fanst Barack Obama, forseti, at teimum ísraelsku politikarunum, tí teir sýta fyri at steðga búsetingunum á Vestara Áarbakka og fyri at avmarka rásarúmið hjá palestinum.
Frammanundan høvdu ráðgevar forsetans sagt, at røðan var ætlað sum hæddarpunktið á vitjan forsetans í Ísrael, og teir bóru hana saman við røðuna, sum Obama helt í Kairo í 2009, tá hann talaði fyri broyttum viðurskiftum millum USA og tann arabiska heimin.
Røðan í dag, sum varð send beinleiðis í ísraelskum sjónvarpi, snúði seg í stóran mun um viðurskiftini millum USA og Ísrael, men forsetin loyvdi sær eisini at finnast at teimum politisku myndugleikunum í Ísrael. Eitt nú segði hann, at tað er ikki rættvíst, at jødiskir niðursetumenn kunnu brúka harðskap ímóti palestinum uttan at verða revsaðir fyri tað. Hann segði eisini, at tað er skeivt av ísraelsmonnum at avmarka rásarúmið hjá palestinum so nógv, at teir sleppa ikki at reka landbrúk í egnum landi.
Amerikanski forsetin talaði fyri einari loysn við einum ísraelskum og einum palestinskum ríki. Ein tílík loysn er bæði neyðug og rættvís, segði hann.
Obama var á Vestara Áarbakka í dag og tosaði við Mahmoud Abbas, forseta. Í morgin fer hann til Jordan.