Obama gav Iran av grovfílini

Amerikanski forsetin, Batack Obama, legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann seinnapartin var á røðarapallinum á ST-aðalfundinum. Sum væntað brúkti hann ein stóran part av tíðini til borgarakríggið í Sýrialandi og viðurskiftini við Iran.

Obama legði stýrið í Iran undir at hjálpa einaræðinum í Sýrialandi at varðveita valdið, og hann segði, at tíðin er komin til at avbyrgja tey, sum bera hatur til USA, Ísrael ella Vesturheimin.

-Stýrið í Iran avmarkar mannarættindini hjá sínum egna fólki, samstundis sum tað styðjar stjórnina hjá einum einaræðisharra í Damaskus og hjálpir yvirgangsfelagsskapum í øðrum londum, segði Obama.

-Vit siga enn einaferð, at tíðin er farin frá stýrinum hjá Bashar al-Assad, so tað sýriska fólkið kann sleppa burtur úr tess líðingum og fara undir ein nýggjan dag, segði amerikanski forsetin millum annað í røðuni.