Tá George W. Bush var amerikanskur forseti, fekk hann einar sjey ella átta drápshóttanir um dagin í meðal, men síðani Barack Obama loysti hann av, hava drápshóttaninar ímóti amerikanska forsetanum verið 30 um dagin. Tað skrivar AP.
Almenningurin fær sjáldan nakað at vita um hóttaninar, og tað er tann serliga trygdartænastan hjá forsetanum, Secret Service, sum kannar tær.
Okkurt er tó likið út. Eitt nú hava fjølmiðlarnir skrivað um ein 59 ára gamlan mann í Kalifornia, sum er ákærdur fyri at hava sent Obama drápshóttanir.