Alt bendir á, at Barrack Obama fer eisini at vinna uppstillingarvalið í New Hampshire í morgin Hillary Clinton hevur leingi verið á odda í New Hampshire, men nú vísa meiningakanningar, at Barrack Obama hevur lagt hana aftur um seg.
Ein kanning hjá CNN sigur, at Obama sær 39 prosent av teimum demokratisku atskvøðunum í morgin, og at Hillary Clinton fær 29 prosent. Í einari kanning hjá USA Today eru tølini ávikavist 41 og 28 prosent.
Hjá republikanarunum er John McCain á odda í kanningunum. Tær geva honum 32 prosent og Mitt Romney 26 prosent. Mike Huckabee, sum vann í Iowa, fær sambært kanningunum 14 prosent í New Hampshire.