Amerikanski forsetin, Barack Obama, bað í nátt limirnar í Senatinum og Umboðsmanantinginum gevast við at keglast um uppskot hansara um eina nýskipan á heilsuøkinum. Í røðuni fyri Kongressini segði forsetin, at keglið er merkt av skeivum upplýsingum, sum ørkymla fólk.
Hann mælti politikarunum til at arbeiða saman fyri at fáa nýskipanina framda í verki.
Uppskotið hjá Obama skal hjálpa teimum 46 milliónum amerikanarunum, sum onga sjúkratrygging hava, samstundis sum uppskotið skal gera amerikanska heilsuverkið bíligari.
-Eg eri ikki tann fyrsti forsetin, sum hevur roynt at nýskipa heilsuøkið, men eg ætli mær at vera tann seinasti, segði Barack Obama.










