O’Neill í øðini

Venjarin hjá Aston Villa, var ikki blíður, tá hann og lið hansara høvdu tapt Liga Cup finaluna móti Manchester United. Aston Villa kom á odda eftir bara fýra minuttum, og O’Neill var ikki í iva um, at tað skuldi kostað reytt kort til Nemanja Vidic, tá hann framdi brotsspark við at fella ein leysan Agbonlahor. – Eingin hevði mótmælt, um hann gav reytt kort, og avgerðin átti ikki at verið nøkur onnur. Tað var ikki ein serliga skilagóð avgerð frá einum annars fínum dómara, segði Martin O’Neill við ensku miðlarnar eftir dystin.