Nýútbúgvin skulu ikki upp í ALS

Tey, sum akkurát eru liðug við hægri lestur, skulu ikki upp í ALS, ímeðan tey leita sær eftir arbeiði.

 

Tað heldur Hanus Samró, tingmaður fyri Fólkaflokkin og limur í Vinnunevndini og í Trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum.

 

Nú Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, staðfesti Johan Dahl, at ætlanin er at broyta Arbeiðsloysisskipanina, so at nýútbúgvin skulu kunna fáa útgjald úr skipanini í eitt ávíst tíðarskeið, ímeðan tey leita sær eftir arbeiði.

 

Hann staðfestir, at útsetar aftra seg við at flyta heim til Føroya at søkja sær starv, tí tey hava einki at liva av, ímeðan tey leita.

 

Tí skulu nýútbúgvin kunna fáa útgjald úr ALS í eitt skifti, so at tað í hvussu so er ikki skal vera ein forðing fyri, at tey flyta aftur til Føroya.

 

Men tað mælir Hanus Samró staðiliga frá.

 

– Í Føroyum mugu vit fullkomiliga koma burtur úr hesum vælferðarskipanunum eftir danskari fyrimynd, har fólk bara fáa, uttan at gera nakað sum helst, heldur Hanus Samró.

 

Hann heldur, at tá ið fólk eru liðug at lesa, er stundin eisini komin til, at tey standa á egnum beinum.

 

Hann heldur, at tað er skeivt at nýútbúgvin sleppa í ALS, eftir at tey eisini hava fingið studning alt lestrarlívið, úr miðnámsskúla og ígjøgnum hægri lestur, sum gevur teimum eina góða útbúgving.

 

Tá ið fólk kunna standa á egnum beinum og ístaðin fyri at fara upp í ALS, tá eiga tey at siga við seg sjálvi, at nú er stundin komin at geva samfelagnum nakað aftur, afturfyri alt tað, tey hava fingið frá samfelagnum.

 

Hann vil eisini hava at vita, hvør skal rinda fyri, at nýútbúgvin kunnu fáa útgjald úr ALS.

 

- Skulu tey sum sum arbeiða, og sum rinda inn í ALS frammanundan, eisini rinda fyri at nýútbúgvin skulu kunna fáa útgjald úr ALS?

 

- Ella skulu fólk undir útbúgving rinda ALS-gjald av studninginum, tey fáa ímeðan tey lesa?

 

Annars heldur hann, at spurningurin um at útvega starv er ein spurningur ímillum tey lesandi og privatu vinnuna.

 

Í hesum sambandi vísir hann til heimasíðuna www.leinkjan.fo, sum hevur til endamáls at skapa samband ímillum lesandi og vinnulívið, og sum Hanus Samró heldur er genial til endamálið.