- Er tað nakað, flóttafólk vilja, er tað at sleppa heim aftur!
Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkalfokkinum. Nú kjakið um flóttafólk er kyknað upp aftur í Føroyum, boðar Fólkaflokkurin alment frá, at hann vil ikki hava flóttafólk til Føroya.
Tað ger ongan mun at taka nøkur heilt fáa flóttafólk til Føroya. Vit skulu heldur hjálpa teimum, har tey eru, tí tað er tað, tey vilja, sigur hann.
Hann hevur verið í eini flóttafólkalegu, har hann tosaði við flóttafólk, og tað er ikki eitt tað einasta av teimum, sum hevur til endamáls at sleppa norðureftir, tí tey viljaøll sleppa heimaftur.
- Tey høvdu tað gott, har tey vóru, men trupulleikin er, at tey fáa ikki nokk av neyðhjálp
- Tað, tey hava brúk fyri, er at fáa hjálp á staðnum, og tí skal játtanin til neyðhjálp á fíggjarlógi hækkast, sigur Jørgen Niclasen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jørgen Niclasen greiða frá, hvussu Fólkadflokkurin heldur, at vit skulu hjálpa flóttafólkum.