Nýtt staklag frá Knúti

1. juni kemur nýtt staklag frá Knút Háberg Eysturstein, ið gongur undir fornavninum Knút sum solo artistur. Lagið hevur Knút sett til yrkingina ‘Tú ert’ hjá Regin Dahl (1918-2007).

‘Tú ert’ verður partur av komandi fjórðu plátuútgávuni hjá Knúti, ið verður útgivin á Tutl til heystar. Áður eru trý løg útkomin, ið eisini verða við á komandi útgávuni. Tey eru ‘Villiniborg’, ‘Himnafar’ og ‘Ogn’. Hetta seinast nevnda lagið er eisini sett til yrking hjá Regin (úr savninum Óttukvæði frá 1955).

 

Knút, ið sjálvur syngur og spælir gittar, hevur innspælt tónleikin saman við Torleik Mortensen (bass), Per Ingvaldi Højgaard Petersen (trummur) og Mattias Kapnas (tangentar). Harumframt leikar Jón Festirstein strúkarar á lagnum. Knút hevur framleitt, Benjamin Petersen co-framleiddi, Benjamin og Per Ingvaldur ljóðblandaðu og Daniel Bagicalupi mastraði í Infrasonic Sound í Nashville, Tennessee. Stikk den.

 

Yrkingin ‘Tú ert’ kom upprunaliga út í kærleiksyrkingasavninum Tokkaljóð, ið Regin Dahl gav út í 1944. Tokkaljóð var fyrsta føroyska yrkingasavn, ið einans innihelt ástaryrkingar. Regin Dahl hevur greitt frá, at tey vóru fá, ið góvu Tokkaljóðog aforismusavninum Leysasøkk (1944) nakran ans í Føroyum. Ein møgulig orsøk til hetta er, at tá ið fyrsta skipið kom til Føroya við hesum báðum útgávunum, reyk ein balla við farmi á sjógv, meðan skipið legði at. Tað er møguligt, at søvnini bæði ruku á sjógv ta ferðina.

 

##med2##

 

Í øllum førum eru sera fá eintøk av hesum bókunum at finna í Føroyum. Hetta og mangt annað kann ein lesa meira um í bókini, iðKnút H. Eysturstein hevur skrivað um Regin Dahl: Heimurin, ið hvarv - útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin (Sprotin, 2019).

 

Knút var tó so heppin at finna sær eitt eintak av Tokkaljóð, og undurfagra yrkingin ‘Tú ert’ festi seg somikiðnógv, at hann skrivaði lag til.

 

TÚ ERT

 

(orð: Regin Dahl, lag: Knút Háberg Eysturstein)

 

Tú ert skær sum ódroymdur dreymur,

 

tú ert væn sum tóni á nátt,

 

ið sprettir úr loyndum djúpum

 

og hvørvur á vitsins gátt.

 

 

 

Tú ert ljúv sum leiftran av fípum

 

í dimming við sólarsig,

 

tá ið stakkalastjørnan rísur

 

og lýsir teim heimleysu frið

 

 

 

Úr R. Dahl, Tokkaljóð, 1944.