Nýtt staklag frá Elinborg

Leggur í løtuni seinastu hond á eina EP og gevur í tí sambandi út eitt nýtt staklag.

18 ára gamla Elinborg úr Syðrugøtu hevur, síðani hon var smágenta, sungið og skrivað sangir. ì 2013 gav hon út staklagið “Candle in the night” og “Stars falling”, sum bæði javnan hava verið at hoyrt í útvarpinum.

 

Elinborg hevur seinastu tíðina arbeitt við sínari fyrstu EP útgávu. Á EP'ini eru fýra føroysk løg, sum Elinborg sjálv hevur sett orð og løg til. Tónleikin hevur Høgni Lisberg framleitt og EP'in verður útgivin í august.

 

Nú sendir Elinborg fyrsta staklagið av EP'ini út. Lagið eitur “Dreymur”. Elinborg greiðir frá, at lagið er skrivað í 2014 og er um kærleika, sum ikki kann røkkast.