Nýtt spor í málinum um Madeleine

Leitað verður eftir einum manni, sum framdi kynsligan ágang ímóti smágentum á Algarve-leiðini.

Løgreglumenninir, sum kanna málið viðvíkjandi gentuni Madeleine McCann, sum hvarv í Portugal í 2007, leita nú eftir einum manni, sum misnýtti børn í summarhúsum í Portugal. 

 

Løgreglan sigur, at í árunum frá 2004 til 2010 vóru tólv tilburðir um kynsligan ágang ímóti børnum, har ein maður fór inn í summarhús, sum bretskar familjur høvdu leigað á Algarve-leiðini. Í fýra av tilbuðrunum vóru fimm gentur í aldrinum millum sjey og níggju ár fyri kynsligum ágangi, meðan tær lógu í songini. 

 

Løgreglan ásannar, at talan var ikki um sama ágang í øllum tilburðunum, men at málini kortini líkjast. Tí heldur løgreglan, at maðurin, sum leitað verður eftir, kann koma við onkrum upplýsingum um Madeleine McCann, sum hvarv úr einari íbúð í Praia da Luz í mai í 2007.