Nýtt lag frá LoverLover

LoverLover spæla í Fuglafirði í kvøld. Við sær á pallin hava teir eitt spildurnýtt lag, sum tú kanst hoyra her

LoverLover, sum júst eru tilnevndir eina FMA sum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur, hava gjørt eitt nýtt lag.


Lagið rópa teir Radical Mind – og er at hoyra her.


Tað eru teir báðir Petur Háberg og Filip Mortensen, sum manna LoverLover. Teir hava spælt sera nógv hetta fyrsta árið, teir hava verið virknir við nýggja bólkinum. Millum annað hava LoverLover spælt á bæði G! og Summarfestivalinum, í Kringvarpi Føroya og í Ghetto Kvøld á Rás2, á Vega í Keypmannahavn og í danska frístaðnum Christiania.


Í kvøld verður høvið at hoyra teir í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har teir fara at hita upp til útgávukonsertina hjá Dánjal. Dyrnar lata upp klokkan 20.00