Nýtt kurvabóltslið í Eysturoynni

Kurvabóltsfelagið Ravnur er heitið á nýggja felagnum í Eysturoynni

Síðani kurvabóltslandsliðið á fyrsta sinni tók lut á oyggjaleikunum fyrr í summar, er áhugin fyri kurvabólti í Føroyum nógv vaksin.

 

Eitt sum hevur verið ein trupulleiki fyri kurvabólt í Føroyum er, at tað bert hevur verið tað eina felagið. Tað er felagið í Havn, sum eitur kurvabóltsfelagið Hamar.

 

Men nú eru útlit fyri, at kurvabóltsfelagið Hamar kann fáa eitt annað felag at spæla ímóti.

Nýggja felagið hevur stað á Toftum, har ein av leikarunum á kurvabóltslandsliðnum, Bjarni Werner Zachariassen eisini býr.

 

Á facebook verður lýst við stovnandi aðalfundi fyri nýggja felagnum tann 23 juli, har setan av nevnd og viðtøkur fyri felagið vera á skránni.

 

Nýggja kurvabóltsfelagið í Eysturoynni, sum altso fer at hava heimstað á Toftum, fer at eita kurvabóltsfelagið Ravnur.