Nýtt høvuðssæti fyri 80 milliónir krónur

Í 2018 skal SEV flyta inn í nýggjan verkstaðar- og fyrisitingarbygning.

Millum tey málini, ið eykaaðalfundurin hjá SEV fríggjadagin skuldi taka støðu til, var ein áheitan frá nevndini, um at taka undir við byggingin av einum nýggjum høvuðssæti hjá felagnum, ið skal húsa verkstað og fyrisiting.


Nevndin í SEV metir, at til ber at byggja nýggja verkstaðar- og fyrisitingarbygningin fyri 80 milliónir krónur, og verður hol sett á arbeiðið í 2016, tá tær fyrstu 10 milliónirnar verða játtaðar til verkætlanina.


Síðani verða 50 milliónir játtaðar til verkætlanina í 2017, men arbeiðið verður eftir ætlan ikki liðugt fyrr enn í 2018, tá tær síðstu 20 milliónirnar verða játtaðar.


Fyri at fíggja ein part av kostnaðinum av verkætlanini, er ætlanin at selja núverandi fyrisitingarbygning við Landavegin og sokallað Havnarverkið fyri umleið 20-30 milliónir krónur, so at nettoíløgan verður á umleið 50-55 milliónir krónur.


Tað er ikki endaliga staðfest hvar nýggja høvuðssætið verður bygt, men ein umsókn er løgd fyri Tórshavnar býráð, um keyp av lendi við Stórutjørn til nýtt høvuðssæti.