Nýtt dronuálop á Belgorod í Russlandi

Í gjár segði verjumálaráðið í Russlandi, at herurin hevði skotið niður níggju ukrainskar dronur.

Ukraina hevur aftur í nátt lopið á russiska býin, Belgorod, við dronum.

 

Tað sigur guvernørurin í regiónini sambært tíðindastovuni NTB í morgun.

 

- Fýra dronur, sum vóru ávegis móti býnum, eru oyðilagdar, leggur guvernørurin aftrat.

 

Í gjár segði verjumálaráðið í Russlandi, at russiski herurin hevði skotið niður níggju ukrainskar dronur.

 

- Hesar vórðu eisini skotnar niður yvir Belgorod-regiónina, sum hevur mark til Ukraina.

 

Seinastu tíðina hevur Russland eisini hert álopini á Ukraina og á undirstøðukervið í landinum.