So skarpur var Poul Nyrup Rasmussen í talu, tá tíðindamenn vildu hava at vita, hvørja støðu hann hevði til tað, sum Arne Larsen hevur borið fram í fjølmiðlunum um búskaparstøðuna í Føroyum.
Arne Larsen hevur sagt, at avtalan millum stjórnina og landsstýrið var ov góð fyri føroyingar, tí tað nú gongur so væl í Føroyum.
? Eg haldi at hatta var óklókt av honum at siga. Tað ber ikki til at meta um avtaluna út frá tí, at tað júst nú gongur væl í Føroyum. Vit vita øll, hvussu svikaligur fiskiskapurin kann vera - tí kunnu vit ikki meta um støðuna út frá hesum.
Poul Nyrup Rasmussen legði kortini dent á, at hann ikki hevði tosað við Arna Larsen umhetta, men at hann bara hevði hoyrt hann endurtiknan í fjølmiðlunum - og tað var ikki vist, at alt var komið við, segði hann.