Nykur við ljósi á halanum

Hóskvøldið í seinastu viku frumframførdi 6. B við Fuglafjarðar Skúla sangleikin Nykurin, ið Frits Johannesen, lærari teirra, hevur skrivað.

Flokkurin hevði boðið foreldrum, systkjum o.ø. í familjuni til frumframførsluna – eini 80 fólk fingu eina heilt serliga uppliving. Øll áttu onkran av teirra kæru á pallinum ella aftanfyri leiktjøldini.

Ljós á halanum
Beint fyri klokkan átta bleiv stilt í salinum. Rúmið fyltist við spenningi. Pallurin stóð einsamallur og himmalhøgi fossurin við bláa vatninum dundi niður í Heljareygað aftanfyri stóru træbrúnna. Fram trein Hjørtur, frásøgumaðurin, og greiddi okkum frá nøkrum hendingum, ið sangleikurin fór at vísa.
Úr Heljareyga kom so Nykurin. Hetta skepilsið er ein blandingur av djórum og talar sum eitt menniskja. Sjálvur sang Nykurin – Benjamin - hann hevði etið mangt sjósílið reyða í Heljareyga. Nykurin er sjáldsamur og hevur ljós á halanum.
Fram við ánni og kring Heljareygað fer allur leikurin fram. Tveir klettar hvørjumegin áarbakkan og ein sjarmerandi brúgv eru litføgru leiktjøldini saman við blánandi fossinum, ið ber heilt upp í tað ókenda – lærarin Marita gjørdi leiktjøldini. Tann fyrsti at práta við Nykin er smádrongurin Ragnar - Rúni - ið gongur við sínari kornett og smáspælir. Ein úrmælingur á trompetini – Frits gjørdi løgini. So við og við var allur skúlaflokkurin í leikinum. Hesi frálíku børn við ymiskum evnum spældu og sungu av hjarta.
Samrøðurnar og sangirnir í leikinum eru millum børnini og foreldrini – og í fleiri førum millum tann av Nykinum úrvalda kornettleikaran og Nykin. Samrøðurnar eru ein blandingur út hægsta móta og nútímans hentleikum og hendingum.
Í leikinum fer prátið víða og nevna tey Agenda 21, pizza, happing, Liverpool og føroysku heimaliðini, um Nykurin mundi hava skorað við B68, tá ið hann búði í Toftavatni og so ferðast hugurin 200 ár aftur til føðing Nyksins – og nú eri eg hálvgamal og einsamallur eftir av familjuni, segði Nykurin einaferð. Eitt heljareyga er innanfyri blotan norðuri á Hellunum. Vit sita eftir við eini kenslu av, at kanska er Nykurin har í dag og hvílir seg til næstu sýning.

Ósjónligur Nykur
Av tí, at bert útvald hava sæð Nykin í veruleikanum, so var Nykurin heldur ikki sjónligur fyri øllum í leikinum. Foreldrini í leikinum síggja ikki Nykin, og hann valdi sær álitisfólk at sýna seg fyri – tað neyva svarið uppá upprunan og orsøkina til, at Nykurin er millum okkara fáa vit ikki. Leikurin letur okkum sita eftir við eini kenslu av, at soleiðis hevur tað altíð verið og soleiðis eigur tað at vera.
Leikararnir komu í leikin so við og við. Duris Anna – Ragna – bað børnini kom heim. Hon sang fyri teimum. Klettamurran - Annika – og Duri Sanna sungu aftur seinni, Vár – Elisa - sang ein sang og so komu tey á pallin hvørt eftir anna – Jóhan, Leivur, Jónfríð, Jákup, Durita, Magni, Pauline, Beinta og Amanda - øll við glaðum og stuttligum leiki og sangi.
Hugfarsligt at vera áhoyrari og kenna seg sum ein part av hesum heimsins 8. undurverki. Tey spældu og sungu fyri okkum í nærum hálvanannan tíma. Næmingarnir Tórfríður, Eyðstein og Jákup gjørdu sjálvir pallin og skipaðu ljóðið og ljósið saman við ljóðmanninum í Mentanarhúsinum.
At okkara góði gamli Frits hevur gjørt hetta megnarverk av berum listarhuga er honum til rós. Marjun og Eyð hava leikstjórnað saman við honum. Stóran part av síni frítíð hava næmingarnir nýtt at terpa tekstir og løg, at venja og syngja. Onkur okkara kendi bæði løg og tekstir aftur í leikinum, tí Frits hevur verið dagligur gestur í fløguspælaranum heima teir seinastu mánaðirnar.
Tónleikararnir hava vant fyri seg og saman við leikarunum – og so seint sum føstulávintskvøld, segði basspælarin mær, sá tað onki út, tí leikararnir høvdu ongan hug at venja meira; tey vildu sleppa at ganga grýlu uppi í bygdini. Leikurin var tá allur ein hurlivasi. Men seinasta vikan hevur alt í alt verið ein sera lærurík vika, tí í gjárkvøldið bleiv leikurin sýndur í fullari longd uttan steðg.
Eftir frumsýningina buðu næmingarnir Fritsi at koma upp á pallin og handaðu honum eina gávu og ein heimagjørdan málning av Heljareyga. Eyguni í honum leikaðu eftir málninginum og takkaði Frits hjartaliga fyri gávuna, sum skuldi fáa heiðurspláss í heiminum hjá sær. Stórur rómur og nógv smíl.
Vit fóru glað og rík heim – Nykurin er ikki so galin fýrur kortini, hugsaðu vit.

Hugaheimin fara
Leikurin varð sýndur 5 ferðir fyri almenninginum – nærum 500 fólk sóu leikin - og í øllum førum tveir avbygdaskúlar hava harafturat biðið um pláss at síggja leikin í skúlatíð.
Leikurin vísir okkum eina frálíka mynd av, hvussu rúmar ræsur fólkaskúlin hevur at virka undir, um bert umstøðurnar loyva, at lærarar og næmingar fáa høvi at arbeiða við slíum verkætlanum.
Um næmingarnir fara at ferðast við leikinum hava vit onki hoyrt um, men tað hevði heilt víst verið ein gleði hjá øllum, ið tíma at koma til sjónleik, um enn fleiri fingu høvi at sita undir hesum leiki og lata hugaheimin fara við sær eina løtu.

Leikarar og fyriskiparar

Duris – Jóhan Christensen
Nykurin – Benjamin Simonsen
Ragnar – Rúni Hentze
Duris Anna – Ragna í Lambanum
Klettur – Leivur Joensen
Klettamurran – Annika Petersen
Sofus – Jónfríð Hansen
Ólavur – Jákup Eliassen
Ása – Durita Hansen
Niels – Magni Hansen
Lív – Pauline Kjærbo
Gunnvá – Beinta Nolsøe Olsen
Rúna – Amanda Petersen
Vár – Elisa Fríðfljóð Petersen
Frásøgufólk – Hjørtur á Fløtti
Pallsmíð – Eyðstein Cornette, Tórfríður Berjastein og Jákup Eliassen
Tjøld – Marita Sigurðdardóttir
Leikstjórnað – Marjun Djurhuus og Eyð Matras
Tónleikarar – Rói Eliasen, klaver, Jónsvein Poulsen, bass og Tórhallur Justinussen, guittar
Eyka – Vár Næs og Martin Petersen
Tekstur, løg og lagt til rættis – Frits Johannesen
Eitt av løgunum hevur Ólavur Haugur Símunarsson smíðað