Nykøbing Falster tapti greitt fyri oddaliðnum

Nykøbing Falster hevur enn møguleikan at røkka hálvfinalunum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Ígjár tóku føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Nykøbing Falster móti oddaliðnum, Odense á heimavølli í bólki 1 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Nykøbing Falster mátti leggja rygg til eitt greitt 31-39 tap. Í steðginum var Odense á odda 18-13. 

 

Odense er greitt oddalið í bólki 1 við átta stigum. Viborg hevur fýra stig, Nykøbing Falster hevur tvey stig, og aftast er Århus við einum stigi. 

 

5. mai spælir Nykøbing Falster á útivølli móti Århus. Nykøbing Falster má vinna dystin um tær skulu hava møguleikan at røkka øðrum plássinum, og harvið vinna seg í hálvfinalurnar.