Nýklakt foreldur við góðari løn fáa ikki meiri

Skipanin er tann besta sum er til, men hon er um at geva undirskot

Tað verður ikki í hesum umfari, at nýklakt foreldur við góðari løn, fáa hægri gjald úr Barsilsskipanini. Eingin kann fáa meiri enn 25.000 krónur um mánaðin úr Barsilsskipanini, men nú hevur Framsókn lagt uppskot fyri Løgtingið um at tað hægsta gjaldið skal prístalsviðgerast so at tað hækkar automatiskt hvørt ár.

 

Hámarkið hevur verið 25.000 krónur í nógv ár, men Framsókn heldur ikki, at tað er rætt, at tey, sum fáa góða løn, skulu noyðast at fara niður í løn tá ið tey fáa børn.

 

Men tey fáa ikki serliga stóra undirtøku fyri tí. Politikarar vísa á, at higartil hevur tað snúð seg mest um at leingja barnsburðarfarloyvi til eitt ár. Men skal gjaldið prístalsviðgerast, verður tað eini 30.000 krónur um mánaðin um nøkur ár, og so verður neyðugt at hækka inngjaldið.

 

Støðan er nevniliga tann, at sum støðan er nú, stendur akkurát upp og niður hjá barsilsskipanini og tað er lítil hugur til at hækka inngjaldið, sigur landsstýrismaðurin, Magnus Rasmussen.

 

Henrik Old úr Javnaðarflokkinum heldur, at tað er undarligt at leggja dent á tey, sum fáa tað hægsta gjaldið. Hann sigur, at skulu gjøldini hækkast, heldur hann, at tey eiga at hugsa meiri um tey, sum ikki fáa tað hægsta útgjaldið. Hann vísir á, at nógv tey flestu fáa eitt lægri gjald enn hámarksgjaldið – og tey eru heldur ikki so fá sum fáa rættiliga lítið úr barsilsskipanini. Og blæður og mjólk kosta akkurát tað sama hjá teimum, sum fáa ta hægsta útgjaldið.

 

Eitt nú heldur hann, at ein máti kundi verið át ásett eitt minstagjald úr barsilsskipanini.