- Nýhugsan er týdningarmesta málið. Tað inniber nýhugsanir um útbúgvingar, grøna orku og integratión. Síðani mugu vit hava eina ætlan um sjálvstýrisleiðina og til síðst, so er neyðugt, at vit geva ein lætta til barnafamiljurnar.
Tað sigur Jógvan Skorheim, formaður í Nýtt Sjálvstýri, tá hann verður spurdur, um hvørji mál eru tey týdningarmestu hjá teimum til komandi val.
Tað er ongin loyva, at flokkurin er broyttur nógv síðstu árini. Millum annað hevur Kristianna Winther Poulsen, ið stillaði upp fyri flokkin seinast og hevur verið varakvinna á tingi, valt at stilla upp fyri Javnaðarflokkin til næsta val. Tískil eru nøkur nýggj nøvn at finna á lista D til komandi val, og formaðurin væntar, at tey kunnu vinna atkvøður í Havnini.
- Vit vóna at gera eitt gott val í Havnini. Vit hava fingið tvey nýggj valevnir í Bjørn á Heygum og Zakarias Wang, umframt tvey valevnir, ið hava stillað upp fyri flokkin fyrr. Vit plaga at vera rímiliga sterk í Havnini, og eg vænti, at okkara valevnir fara at gera eitt gott val hesaferð.
Aftaná seinasta býráðsval, so skipaði ein meiriluti samgongu við Jógvan Skorheim sum borgarstjóra. Tað er eitt starv, ið formaðurin í Nýtt Sjálvstýri ikki ætlar at siga frá sær, um hann tekur sæti á tingi.
- Eg fari at halda fram. Tað er ikki vist, at eg verði valdur, men um tað hendir, so taki eg tað upp tá. Men eg havi roynt at verið borgarstjóri og løgtingsmaður fyrr, og tað riggaði væl.