07 Vestur hevur styrkt um venjaratoymið við nýggjum fysiskum venjara.
Tað er Rógvi N. Poulsen, sum nú er partur av venjaratoyminum hjá Michael Schjønberg og 07 Vestur.
Fyrr í ár var Rógvi N. Poulsen fysiskur venjari hjá AB, umframt at hann eisini var í leikarahópinum. Hann var tó ikki so nógv á vøllinum, tí hann var darvaður av skaða í lærkrikanum. Tá ið Sámal Erik Hentze legði frá sær á Argjum gavst Rógvi N. Poulsen sum hjálparvenjari. Hann er í holtur við A-venjaraútbúgvingina, og nú hevur hann tikið við sum fysiskur venjari hjá 07 Vestur, har Tór-Ingar Akselsen er hjálparvenjari hjá Michael Schjønberg.
Annan sunnudag, 19. juni, fer 07 Vestur at spæla fyrsta landskappingardystin eftir landsliðssteðgin. Tá verður AB - fyrrverandi felagið hjá Rógva N. Poulsen - gestur á Dungasandi í Sørvági.