Føroya Skipara-& Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip hava í dag skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála.
- Semjan ber við sær vanliga lønarkarmin, sum fyri 1. árið er 3,80 prosent og fyri 2. árið er 4,04 prosent.
Tað veit heimasíðan hjá Føroya Skipara-& Navigatørfelag at siga í dag.
Í §14 í høvðussáttmálanum eru gjørdar tillaðingar, so skip í bólki 3 og 4 eisini eru fevnd av viðbótum.
- Eisini er soevnt protokolat um "skiftisdagar” gjørt, verður lagt aftrat.
Tænastuskipini hjá Bakkafrost eru komin undir sersáttmálan fyri skip í frálandavinnu.
Tað merkir, at limirnir í Føroya Skipara-& Navigatørfelag eru fluttir í aðra lønartalvu, sum er væl hægri enn tann, sum er galdandi fyri handilsskip.











