Ítróttarfelagið Argir hevur sett nýggjan høvuðsvenjara. Tað er Borce Markovski úr Bitola í Norðurmakedónia, sum fer at hava ábyrgd av barna- og ungdómsarbeiðinum á Argjum hetta næsta kappingarárið.
Tey siga í tíðindaskrivi, at Borce er 52 ára gamal og hevur Master Coach Licence frá EHF, umframt at hann hevur útbúgving í Physical Sport and Health. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, eitt nú sum høvuðsvenjari hjá U19 manslandsliðnum hjá Makedonia.
Seinastu tvey árini hevur Borch verið venjari hjá Stíf, og hevur hann verið væl dámdur. Tá hann longu hevur búð her í tvey ár, kennir hann væl til Føroyar og viðurskifini her.
Nevndin í ÍA eru sannførd um, at Borce kemur at hjálpa okkum at flyta felagið fram á leið. Borce kemur frá eini øðrvísi hondbóltsmentan, enn vit eru von við, og hann er klárur at seta sín dám á framtíðina hjá ÍA.