Nýggjur maður er í NSÍ málinum

Karstin Hansen, sum ikki hevur verið á besta liðnum síðani á mikkjalsmessu í fjør, er málmaður í Finnlandi

mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul

NSÍ uppstillingin í Helsingfors, har fyrsta bríksl verður klokkan 17, líkist sær sjálvari, tá ið havt verður í huga, at Petur Knudsen ikki longur spælir í NSÍ, og tá ið sæð verður burtur frá manninum millum stólparnar.

 

Síðani Tórður Thomsen varð knæskaddur, hevur 19 ára gamli Dánial Danielsen vart NSÍ málið.

 

Í dag verður tað gamal kenningur, ið eigur fleiri royndir í fremstu røð enn ungi málverjin, sum fer at verja NSÍ málið í finska høvuðsstaðnum Helsingfors, har fyrsta bríksl verður klokkan 17.

 

Talan er um 23 ára gamla Karstin Hansen, sum í fjør vardi NSÍ málið í bestu deildini fýra ferðir. Síðsta ferðin var 27. september ella tveir dagar undan mikkjalsmessu, tá ið á heimavølli vann 4-1 ímóti Skála.

 

Flestu royndirnar at spæla í bestu deildini eigur Karstin Hansen sum málverji á Skála. Har var hann fastur málmaður í 2018 og 2019. Sambært faroesoccer.com hevur Karstin Hansen spælt 65 dystir í bestu deildini. Í dag verður fyrsta ferðin, at hann fer at spæla í Europa Cup. Hann hevur átta ferðir vart málið á U-21 landsliðnum.

 

Karstin Hansen – Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Højgaard, Jákup Jakobsen, Rógvi Egilstoft – Mikkel Jakobsen, Betuel Hansen, Tróndur Jensen, Jacob Trenskow – Klæmint A. Olsen

 

Á beinkinum: Tórður Thomsen, Dánial Danielsen, Meinhard Geyti, Búi Egilsson, Atli Petersen, Jørgen Nielsen, Hans Marius Davidsen, Mórits Heini Mortensen, Sølvi Sigvardsen, Pætur Skipanes, Aron Knudsen, Sjúrður Pauli Nielsen

 

Venjari: Allan K. Jepsen

 

mynd: NSÍ/Hjalmar Jóhan Juul