Tórshavnar Kommuna hevur nú sett nýggjan leiðara fyri kvøldskúlan í kommununi. Nýggi leiðarin fyri Tórshavnar kvøld- ungdóms- og listaskúla, sum hann eitur, er Jógvan Sørin Hansen
Hann er 45 ára gamal og er í starvi sum starvsfólka- og undirvísingarleiðari á Tekniska Skúla í Havn.
Hann hevur drúgvar royndir frá undirvísing og fyrisiting, sigur býráðið. Umframt námsfrøðiliga útbúgving og leiðaraútbúgving, hevur Jógvan Sørin Hansen handverksliga eisini útbúgving sum elinnleggjari og hevur drúgvar og fjølbroyttar arbeiðsroyndir.
|










