Nýggjur dagsstovnur á Húsum

Barnatalið á Kalsoynni er vaksandi

 

Í løtuni eru 9 børn í aldrinum 0 til 9 ár í oynni. Tvey børn eru fødd í ár. 

 

Bygdarhúsið á Húsum er umvælt til endamálið og hølini innrættað soleiðis, at Bygdarhúsið bæði kann rúma dagstovnatilboðnum og nýtast til annað virksemi hjá Bygdafelagnum.

 

Klaksvíkar kommuna hátíðarheldur nýggja dagsstovnin á Húsum við almennari móttøku. Móttøkan verður í morgin, 15. februar kl. 17.45.