Manchester United hevur í dag kunngjørt nýggja spælarabúnan til komandi kappingarár. Hetta er vanliga ein stórur søludagur fyri felagið, sum gjarna hevur gjørt nakað burturúr í handlunum hjá sær.
Soleiðis var eisini í dag, men tað er órógv rundanum í felagnum og tað merkti eisini dagin. Tí nøkur viðhaldsfólk vóru møtt upp á Old Trafford, fyri at mótmøla at Glazer-familjan ikki hevur selt felagið enn. Amerikansku eigararnir eru illa umtóktir.
Bretskir miðlar skriva, at tað er ein kapprenning millum bretska milliarderin, Sir Jim Ratcliffe, og sheikin úr Katar, Jassim bin Hamad bin Khalifa Al Thani. Søgan sigur, at seinnnevndi hevur munin og møguliga verður nýggjur eigari av felagnum.
##med2##