Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko, sigur í morgun, at russar aftur skjóta rakettir eftir Kyiv í morgun.
Hann sigur, at tíðliga í morgun hava spreingingar verið í miðbýnum í Kyiv
Sambært Kyiv Independent hava í minsta lagi fýra spreingingar verið í. morgun, og borgarstjórin veit at siga, at fleiri íbúðarbygningar eru oyðilagdir.
Sambært skrivstvuni hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, eru sonevndar kamikaze-dronur brúktar í álopinum móti høvuðsstaðnum.
Vitalij Klitsjko sigur, at tann eina av spreingingunum var í sonevnda Sjevtsjenkivskyj-økinum, sum er eitt miðstaðarøki í høvuðsstaðnum.
- Bjargingarfólk eru á staðnum. Vit koma við neyvari tíðindum seinni. Ávaringarlúðrarnir halda fram. Søkið skjól, eru boðini hjá borgarstjóranum í morgun í sosialu miðlunum.