Tá ein fyrst gerst arbeiðsleysur er altíð vandi fyri, at ein ikki fær arbeiði aftur.
Í Danmark verður sagt at hevur tú ikki fingið arbeiði aftur innan hálvt til eitt ár eftir at tú ert vorðin arbeiðsleysur, so er stórur vandi fyri, at tú ongantíð fær arbeiði aftur.
Um henda útsøgn eisini kann brúkast í Føroyum skal støða ikki takast til, men á ALS hava tey tikið støðu.
Í framtíðini ætlar skipanin at gera meira fyri at betra um førleikarnar hjá teimum arbeiðsleysu.
Skipanin ætlar eitt nú at skipa fyri trygdarskeiðum fyri sjófólki.
Tað er í løtuni ikki krav í Føroyum, at ein sjómaður skal hava tikið trygdarskeið, men vantandi verður hetta sett í gildi í Føroyum við.
? Í øðrum londum er hetta eitt krav, sigur Allan Skaalum, stjóri á ALS.
? Hava føroyingar ikki tikið trygdarskeið, so sleppa teir eitt nú ikki við útlendskum oljuskipum.
Av tí at tað er sovorðin mismunur millum kynini, so ætlar ALS við fjøltáttaðum skeiðtilboðum at gera sítt til at minka um henda mismun.
Arbeiðsloysisskipanin hevur í fyrsta umfari sett 5 mió. krónur av til skeiðtiltøk, og ætlanin er at tað skal koyra á einum royndarstøði í fyrsta umfarið.
? Vit fara ikki inn at velja fólk burturúr, men sjálvandi verður hædd tikin fyri um tey hava verið langtíðararbeiðsleys.
? Kunnu vit samstundis betra um førleika teirra á onkrum øðrum øki, so er teirra møguleiki at fáa arbeiði aftur nógva ferðir størri, sigur tey á ALS.










