Nýggja stjórnin kunngjørd klokkan 9

Um ein hálvan tíma fer Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, at kunngera nýggju stjórnina

Fjølmiðlafólk bíða spent uttan fyri Amalienborg. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

Tað verður uttan fyri Amalienborg klokkan 9, at almenningurin fær at vita, hvørjar nýggjar ráðfrúur og ráðharrar vera í nýggju stjórnini millum Javnaðarflokkin, Vinstra og Moderatarnar.

 

Greitt er, at Mette Frederiksen heldur fram sum forsætisráðfrú. Eisini at teir báðir floksformenninir, Jakob Ellemann-Jensen og Lars Løkke Rasmussen fáa hvør sín av teimum tungu ráðharrasessunum. Annar helst sum uttanríkisráðharri og hin kanska sum fíggjarmálaráðharri.

 

Fjølmiðlafólk bíða spent uttan fyri Amalienborg. Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix