Nýggja iPhone hjá Apple kann senda neyðkall um fylgisvein

iPhone 14 kemur við fýra sniðum, sum millum annað kunnu senda eitt neyðarkall til fylgisvein í neyðstøðu.

 

##med2##

 

»Tað kann taka minni enn 15 sekund at senda eini boð, um tú hevur frítt sýni til himmalin.«

Soleiðis sigur Apple um nýggju iPhone 14, sum kemur á marknaðin í heyst. Hon kann millum annað senda bæði boð og neyðarkall gjøgnum fylgisvein.

Torben Vognsen, sum er blaðstjóri á tech-blaðnum Input, var til framløguna í Kalifornia mikukvøldið. Hann hevur verið við til framløgur hjá Apple í mong ár og dámdi sera væl framløguna.

– Hetta er eitt av teimum árum, tá tað veruliga eru nøkur viðurskifti, sum veruliga broyta. Serliga iPhone 14 Pro tykist at vera munandi meira, enn eg hevði væntað, sigur hann.

Tær fýra iPhone 14-sniðini eita iPhone 14, iPhone 14 Plus, iPhone 14 Pro og iPhone 14 Pro Max.

Fylgisveinafunktónin kann tó bara brúkast í USA og Kanada fyribils. Harafturat ber heldur ikki til at seta eitt vanligt fysiskt simkort í iPhone 14-sniðini í USA. Tú skal í staðin nýta eitt e-sim.

Tað er í ár stórur munur á Pro-sniðnum og vanligu iPhone 14.

– Apple er farið at skyna týðuliga ímillum ymisk snið. Tað vanta fleiri funktiónir við iPhone 14, sum Pro-sniðið hevur.

– Munirnir verða fleiri og fleiri munir, og teir verða størri og størri ár um ár, sigur hann.

Apple hevur eisini gjørt av at taka burtur »notch« ovast á skíggjanum av Pro-sniðnum, sum í staðin verður ein »dynamisk oyggj« við ymsum funktiónum.

Tær nýggju iPhone vera nakað dýrari. Tann bíligasta iPhone 14 fer at kosta 8.299 krónur í Danmark.

Umframt iPhone 14-røðina almannakunngjørdi Apple eisini eina røð av Apple Watch series 8 og Airpods Pro 2. Í heyst fer Apple eisini at leggja fram eina Macbook Pro og iPad Pro.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Torben Vognsen, blaðstjóra á tech-blaðnum Input greiða frá.

/ritzau/

 

 iPhone 14 hjá Apple fer at kunna senda neyðarkall umvegis fylgisvein og boð í neyðstøðu (Arkivfoto). - Foto: Carlos Barria/Reuters