Nýggja húsið við Tórsvøll fingið skaða

Stálkonstruktiónin til nýggja FSF húsið toldi ikki stormin í nátt

Stálkonstruktiónin til nýggja FSF húsið, sum varð reist fríggjadagin, mátti eisini lúta fyri storminum í nátt.

 

Løgreglan sigur, at sperrurnar eru rætt og slætt loysnaðar úr betonginum og nú hanga tær og sveiggja í vindinum.

 

Bæði løgregla og sløkkiliðið eru á staðnum og royna at tryggja økið sum best, tí hann sigur aftur frá ódnarveðri í kvøld

 

Í gjárkvøldið og í nátt fekk løgreglan yvir 30 fráboðanir um skaða, men vakthavandi politistur sigur, at í morgun eru rættiliga nógvar komnar afturat.

 

Tað er skaði, sum er hendur í nátt, men sum fólk ikki hava varnast fyrrenn tey eru komin upp í morgun og tað er vorðið ljóst.

 

Tær allarflestu eru av Klaksvíkarleiðini og í norðurøkinum.

 

Í nátt heitti løgreglan annars á fólk um bara at ringja til Alarmsentralin á telefon 1-1-2, tá ið brúk er fyri bráðneyðugari hjálp av ymsum slagi.

 

Vanligir vindskaðar skulu fráboðast á vanligu telefonini hjá løgregluni á telefon 35 14 48.

 

Men løgreglan sigur, at nógv fólk hava misskilit støðuna og hava eisini ringt til politiið um antennur, sum eru brotnaðar og aðrar vanligar skaðar.

 

Slíkir vanligir skaðar skulu bara fráboðast tryggingini, tí løgreglan skal bara hava boð, tá ið tað er neyðugt at seta ymisk tiltøk í verk fyri at sleppa undan, at vandi stendst av einum skaða.

 

Og sum tað sæst í øðrum greinum her á in.fo, ávirkar óveðri samferðsluna, blði loftvegis og sjóvegis ...

 

Síggj fleiri myndir frá skaðanum á FSF-Húsið við at TRÝSTA HER

 

Les eisini: Løgreglan heitir á fólk um at hjálpa til