Nú fáa ung við serligum tørvi eisini møguleika at fáa sær eina miðnámsútbúgving á miðnámsskúlanum í Kambsdali.
Mentamálaráðið sigur, at nú ber til at eftir summarfrítíðina verður ein serlig breyt skipað á skúlanum í Kambsdali fyri næmingar við serligum tørvi.
Á breytini tekur skúlagongdin støðið í tí einstaka næminginum. Skúlatíðin er frá klokkan 8 – 13, men har tað ber til, verður serbreytin samskipað við stuðulsfyriskipanir eftir skúlatíð, eitt nú við tilboð frá Almannastovuni.
Á serbreytini verður pláss fyri átta næmingum og verður skipað sum ein fýra ára skúlagongd og starvsfólkini hava serkunnleika í at undirvísa og stuðla næmingunum á serbreytini.
Upptøkutreytirnar eru ikki tær somu sum almennu treytirnar annars eru og breytin miðar ikki eftir vanliga próvnum.
- Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin, har dentur er lagdur á at klára seg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði, sigur mentamálaráðið.
Næmingarnir fáa eisini í boði at menna sosialar, yrkisligar og persónligar førleikar eftir tørvinum hjá tí einstaka, men serbreytin fer eisini at fevna um vanligu lærugreinar á tí stigi, næmingurin megnar.
- Undirvísing og hentleikar eru lagað til tørvin hjá einstaka næminginum og val av lærugreinum fer fram aftaná upptøku, sigur Mentamálaráðið.