- ”Saman um bygdina” er eitt átak og ein nýggj stuðulsskipan til smærri alment gagnligar verkætlanir í Sjóvar kommunu. Talan er um eina stuðulsskipan, sum skal eggja borgarum ella grannaløgum at skipa fyri smærri alment gagnligum verkætlanum.
Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu. Víst verður á, at søkjast kann um stuðul úr skipanini, og á fíggjarætlanini fyri 2026 eru 100.000 krónur settar av til átakið.
Kommunan hevur nevniliga samtykt at geva borgarum í kommununi høvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri alment gagnligar verkætlanir í kommununi.
- Dømi um smærri verkætlanir kunnu eitt nú vera smærri gøtur, grøn øki og smærri trivnaðarøki Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.
Í Sjóvar kommunu siga tey, at fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi:
* Vera alment gagnlig
* Hava eina kostnaðarmeting
* Hava eina tíðarætlan
* Stuðulin umfatar tilfar, men ikki arbeiðsløn
Mentanar- og frítíðtíðarnevndin avgerð, hvørjar umsóknir fáa stuðul, og hvussu stuðulin verður býttur millum umsóknirnar.
- Umsóknarfreist fyri stuðul í 2026 er hin 16. apríl, og umsóknin skal sendast til sjk@sjovar.fo, siga tey í Sjóvar kommunu.











