Seint í gjárkvøldið órógvaði sjógvur á sandinum í Syðrugøtu. Seinastu konsertirnar, sum skuldu verða á sandinum, vórðu avlýstar ella fluttar.
Hetta merkir, at G! festivalurin hevur gjørt nýgga skrá fyri dagin í dag.
Millum annað er pláss funnið fyri Eivør Pálsdóttir á sandinum – hennara konsert varð avlýst í gjárkvøldið.
Omanfyri sæst nýggja skráin fyri hendan seinasta G! dagin í ár.