Nýggj mannagongd fyri sølu av grundstykkjum

So hvørt, sum tøk grundstykki aftur eru klár at selja í eini kommunalari útstykking, verða hesi sett á heimasíðuna til almenna sølu.

 

Áður hevur bygdaráðið í Nes kommunu samtykt at avtaka sokallaða bíðilistan til grundstykkir. Nú er ætlanini, at so hvørt, sum tøk kommunal grundstykkir aftur eru klár at selja, verða hesi sett á heimasíðina til almenna sølu.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag. Her verður víst á, at onnur kommuna hevur eina líknandi skipan, har tey selja grundstykkir eftir einum leisti, har tann, sum kemur fyrst, fær møguleikan at keypa fyrst.

 

- Men, fyri at Nes kommuna kann fáa eina líknandi skipan, er neyðugt við einum serligum talgildum korti á heimasíðuni hjá kommununi.

 

Lagt verður aftrat, at eftir tilmæli frá teknisku nevnd og fíggjarnevndini hevur bygdaráðið á fundi hin 28. februar samtykt at seta eina slíka skipan í verk. Í hesum sambandi eru eisini 36.000 krónur játtaðar til endamálið í 2022.

 

- Tá skipanin er klár at taka í brúk, helst einaferð í vár, verður hetta kunngjørt á heimasíðuni hjá kommununi, vita tey í Nes kommunu at siga í dag.