Nýggj læknamiðstøð er neyðug

Í dag hevur Vestmanna kommuna sent fíggjarmálaráðnum skriv við áheitan um at fáa loyvi at byggja læknamiðstøð.

Hølisumstøðurnar hjá kommunulæknanum í Vestmanna eru als ikki nøktandi.

 

- Vit hava í longri tíð arbeitt við fyrireikingum til at fáa nýggj hølir til læknan. Fleiri alternativ hava verið frammi, og nú hevur kommunan biðið nakrar fyritøkur um at geva tilboð upp á, hvat tað kostar at byggja eina læknamiðstøð.

 

Tað sigur Vestmanna kommuna, sum leggur aftrat, at freistin at lata hesi tilboð inn er mánadagin 16. september klokkan 12.

 

- Eingin ivi er um, at vit gera alt tað, vit kunnu fyri at varðveita læknan í Vestmanna, og eftir at hava prátað við læknan verður hetta helst eisini veruleiki.

 

Vestmanna kommuna hevur í dag sent fíggjarmálaráðnum skriv við áheitan um at fáa loyvi til at byggja eina læknamiðstøð í bygdini.

 

- Vit eru noydd at fáa loyvi frá fíggjarmálaráðnum, tí Vestmanna kommuna skyldar meira enn eina álíkning, sigur kommunan í dag.